Loggbókin

LOGGBÓKIN  2017/2018

04092017: Skiparin avlýsti fiskitúrin við "Dragin" vegna vánaligt veður norðanfyri . Ístaðin lærdu vit vanliga sleysing, fingu fatur á 5 vælvaksum hýsum, lærdi at skera flak og gjørdu okkum ein góðan flakafiskadøgurða ístaðin í skúlakøkinum á Oyrarbaka. SJÁ MYNDIR - TRÝST HER

11092017: Starvsvenjingi

22092017: Starvsvenjing

25092017:  Veðrið var til vildar at sleppa fiskitúr við "Dragin" norðanfyri  SJÁ MYNDIR - TRÝST HER

02102017: Tóku upp epli og flettu á Eiði, super dagur.  SJÁ MYNDIR - TRÝST HER

09102017: Heystferia

16102017: á Oyrarbakka. Um at yvirliva á sjónum + gera døgurða við fiski frá túrinum við "Dragin" og epli vit tóku upp á Eiði, vælgagnist :)

23102017: Lært hallstikk og pelastikk

30102017: lært at spleysa

06112017: Vitja virkið Vónin í Fuglafirði

13112017: Lært um kumpass, ættir og spleysingar.

20112017:: Fingu fatur á 12 hampuliga stórum toskakendum fiski. Hvør næmingur skar flak til av einum fiski og fekk til uppgávu at selja flakið. Peningurin fer til námsferðina. Høvdini eru hongd upp at ræsa.

27112017: Skrivlig jólaroynd

04122017: Vóru á Eiði í fjósinum hjá Jan. Gæs, tarvkálvar og seyður varð fóraður, og so vórðu 3 brundar tiknir og fingu teir út til ærnar i haganum. òførur, kaldur og frískligur dagur

11122017: Verkælan í 10.fl.

181217: Jólahugni í 10. fl.

 

Loggbókin hjá Sjóvinnubreytini 2016/2017

15.03.2017: Greipa fisk (72 greipur) uml. 200 kg.

08.03.2017: Skrivlig vároynd

01.03.2017: Tikið ræsaða fiskin niður, hesi selja hesuferð:

01032017_ræstanfisk.PNG

22.02.2017: Hongt 170 kg. toskur 5 at ræsa norðan fyri skúlan

15.02.2017: 

08.02.2017:

01.02.2017:

25.01.2017: Verkætlan

18.01.2017: Verkætlan

11.01.2017: vitja Fiskaaling

04.01.2017: línuknútar o.a.

14.12.2016: Jólasták á skúlunum - tí er eingin breyt

07.12.2016: Píizza-dagur !

30/11-2016: Jólaroynd 2016

23/11-2016: á floti við Norðlýsinum - les meira - trýst her

16/11-2016: Teoretiskur dagur

09/11-2016: Lært Crownspleysing og verið royndaartúr - trýst her at sjá myndir

02/11-2016: Jan hevði frálæru um kumpassrósina og magnetiskan misvísing.les á s. 96 - trýst hermagnet.PNG

Síðan hugarák í línubólkunum, hvar stuðul skal søkjast, nú vit ætla okkum at útvega okkum ein deksbát. Vóru ein túr við tráðu eisini, okkurt "krutl" var at fáa :)

26/10-2016: Línurnar egndar, standa klárar í frystaríðnum hjá Vaðhorn á Eiði

19/10-2016: Nú eru línurnar lidnar, klárar at egna, allir endar spleisaðir. Vit lána egningaskúrin hjá "Gunnvá" á Oyrarbakka

12/10-2016: Heystferia

05/10-2016: frívakt

28/9-2016: Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, vitjaði okkum í skúlanum. Niðurstøða varð gjørd, at Sjóvinnubreytin fer heldur 2 dagstúrar. 1 túr í oktober 2016 og 1 í apríl 2017. Gjørdu línurnar klárar. 05. oktober hava vit frívakt, av tí at vit 3 samanhangandi dagar í august 2016 vóru í Klaksvík á trygdarskeið.

21/09-2016: lært at rippa og lært at knýta teymahúk í línu

14/09-2016: lært eygaspleysing og pelastikk. Gjørt hølini klár aftanfyri scenuna til klárgering av línu

07/09-2016: úti í starvsvenjing

31/08-2016: úti í starvsvenjing

26/08-2016: eNám vitja í Fuglafjarða skúla

24/08-2016: eNám vitja í Stranda skúla

22/08-2016: eNám vitja í Skúlanum við Streymin

18/08-2016: Trygdarskeið í Klaksvík (Brandvenjing)

17/08-2016: Trygdarskeið í Klaksvík (Fyrstahjálp)

16/08-2016: Trygdarskeið í Klaksvík (bátavenjing og yvirlivilsidraktir, leypa á sjógv !)