Boðklivin
___________________________________________________________________
Fyrisøgn til 11.apríl '24
Várið kemur skjótt. Øll gleða seg, tí at dagurin verður longri, og veðrið betri. Eg gleði meg eisini, tí at smálombini koma. Tey eru so fitt. Eg ynski mær eitt lamb, men pápi sigur, at tað ber ikki til. Tí fari eg til Eiðis at vitja abba, sum eigur seyð. Hann sigur, at lombini koma skjótt. Hundurin hjá abba eitur Svarti. Hann er so fittur. Fittari hundur er ikki til.
______________________________________________________________________________________________
Vikuskema Andreas
Hesa vikuna venja vit metodurnar til, plus, minus og falda.
Takk fyri tíðina lagt út: 6.feb.2024
Við hesi fittu myndini, sum var tikin í dag, fara vit at takka starvsnæmingunum Elsu, Brynhild og Róar fyri tíðina, ið tey hava verið saman við okkum.
Hesar vikurnar saman við teimum hava verið læruríkar, stuttligar og kveikjandi.
Takk fyri, at tit valdu at koma til okkum, og takk fyri, at vit fingu poppkorn og cookies :)
Vit ynskja tykkum blíðan byr framyvir, og vit vóna, at vit síggja tykkum aftur skjótt.
Kærar heilsur
Næmingar og lærarar í 4.flokki
Handaverk og list bólkar
Trýst á leinki fyri at síggja bókina:
https://books.google.dk/books?id=SsYp0EdionkC&printsec=frontcover&hl=da
Føroyskt - Dýr og dorg. Lagt út: 5. jan. '24
Bókin liggur eisini á alnótini. Trýst á leinki: https://books.google.com/books?id=MStK9BoaJigC&printsec=frontcover&hl=da
Góðu foreldur
Vit fara í næstum at arbeiða í lesibókini "Dýr og dorg". Tekstirnir í bókini eru ikki nýggir, men evnið, sum er dýr á landi, sjógvi og í luftini, er viðkomandi og ofta áhugavert fyri børn í hesum aldursbólki Vit koma at arbeiða á tann hátt í skúlanum, at næmingarnir lesa eitt stutt petti av tekstinum upp, antin í bólkum ella í flokkinum. Hetta fara vit at gera fyri at venja upplestur, og fyri at næmingarnir skulu tíma at lesa uppá. Vit fara eftir hetta at tosa eitt sindur um tekstin og annaðhvørt arbeiða í skriviheftinum, ella gera okkurt annað kreativt fyri á tann hátt at skilja tekstin.
Okkara áheitan á tykkum foreldur er, at tit lata barn tykkara lesa tekstin (gjarna fleiri ferðir, tó í mesta lagi 15 min.) og spyrja inn til okkurt í tekstinum fyri at vita, um teksturin verður skiltur. Um teksturin virkar nakað torførur, so kunnu tit gjarna lesa tekstin fyri barninum og lata barnið sjálvt lesa eitt petti av tekstinum, sum barnið kann lesa upp í skúlanum.
Hava tit aðrar spurningar, so eru tit væl komin at skriva ella ringja til okkum.
Blíðar heilsur
Anita (274042) og Heidi (253810)
G.G. Kunnu tit binda um bókina, tí at hon fer so illa annars.
Bólkarnir í føroyskum og enskum fram til jólaferiuna.
Bólkarnir í støddfrøði verða verandi teir somu.
Bólkar í eyka- og floksstovuni, tá ið næmingarnir eru í tveimum bólkum.
Trýst á leinki fyri at síggja bókina:
https://books.google.com/books?id=MlzI4o3Mj_gC&printsec=frontcover&hl=da#v=onepage&q&f=false