Boðklivin
1577 Adrian
1850 Sesilia
1859 Yana
1849 Eyðbjørg
1714 Joan
1895 Elias
1893 Rói
1878 John
1715 Hans Karl
1716 Jónas
1860 Erikka
1586 Oddvør Alberta
1594 Rókur
1576 Henry
1848 Sigfríður
1894 Niclas
1855 Oddvør
1575 Bodil
1713 Ejnar
1889 Gudmar
1885 Gilli
1897 Samson
1584 Guðrun T. J.
1884 Sára
1888 Olivia
Næmingarnir hava fingi bókina og hetta er tað nummarið sum stendur í teirra bók. Næmingarnir hava ábyrgdina av bókina.
Info: Marjun Purkhús fer at vera í starvslæru á SVS næstu 5 vikurnar, hon fylgir Heidi St. og er við í undirvísingini í ítrótt og svimjing.
Orðatilfeingi
Vit eru farin undir eina tilgongd, sum skal stimbra orðatilfeingið hjá næmingunum. Teir flestu næmingarnir hava fingið nøkur ørk heim við at lesa, hetta er úr bókini "Djór í kríggj".
Ikki øll hava fingið tað sama at lesa, heldur ikki hava øll fingið ørk heim við. Hetta er t,í at vit gera ymiskar uppgávur - øll gera ikki tað sama.
Les tey ørkini tú hevur fingið heim við - strika undir øll orðini tú ikki kennir ella hevur hoyrt fyrr.
Í skúlanum fara vit at sprota orðini og læra hvat tær ymisku styttingarnir og teknini merkja. Síðani fara vit at hanga øll orðini upp - í orðaflokkar í ymiskum litum.
Annars góðu foreldur - skúlin megnar ikki einsamallur at økja um orðatilfeingið hjá næmingunum, hetta mugu vit gera saman. Hetta kann gerast við at lesa saman, lesa meira, at lurta eftir tíðindum vm. í kvf. og nógv annað - at tosa saman á vaksnamannamáli og at brúka ymisk heiti.
Barnatenninar hvørva
Barnatenninar hvørva nú so við og við, hetta merkir at vaksnamannatenninar koma undan. Hjá summum peika tenninar henda og hinveg, og tí mugu tey hava boyla.
Lærara og námsfrøðingur í 6. flokki taka hvørki ábyrgdina av at minna á ella senda børn til tannlæknarn, hetta er uppgávan hjá foreldrunum, og eru tit tí vælkomin inn í skúlan eftir tykkara barni. Hetta er samstundis galdandi fyri øll ørindi, sum næmingar mugu gera í skúlatíð.
Góðu foreldur og onnur avvarandi.
Um næmingurin ikki ger tað í skúlanum, sum er planlagt, vænta vit at hetta verður gjørt heima. So góðu tit, hyggð á vikuseðilin og fylg væl við - øll kunningin liggur har.
Eitt rómverskt L, er tað sama sum eitt 50.
Hjartaliga tillukku Brúgvin um Streymin.
Góðu foreldur og onnur avvarandi.
6. flokkur fer at skriva ein lítla bók til https://atlantbib.org Bókin hjá okkum er um "Brúgvin um Streymin 50 ár". Í hesum sambandi hava vit brúk fyri bíløtum. Tað finnast nógv bíløt av brúnni, men tað er stórt arbeiði at fáa upphavrættin til bíløtini til vega, tí hevði tað lætt um, um tit eiga bíløtini.
Tað er gott við bæði nýggjari og gomlum bíløtum - eisini tá brúgvin var í gerð.
Vh
Erikka
Juniorar – foreldur bjóðaði við
Nú byrjar junior aftur fyri 4.-7. flokk mikukvøldið 27. sept, og sum nakað nýtt bjóða vit øllum foreldrunum við á junior hetta kvøldið.
Á skránni verður: Sangur, andakt, kunning til foreldur og juniorar.
Vit fara at hugna okkum við spæli og fáa ein drekkamunn.
Eisini fara vit at grilla skúmfidusar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum bæði foreldur og juniorar.
Vit bjóða øllum teimum sum farin eru í 4. flokk at verða vælkomin til junior.
Síggjast í Hvalvíkar missiónshúsið kl 18.30
Jákup Erlingsson Petersen
Sóknarprestur, Norðstreymoyar eystara prestagjald
Tel. +298 42 20 08
Fartel. +298 23 73 19
Nýggj genta í 6.flokki :)
Oyrarbakki 18.08.23
Mánadagin 21.08.23 byrjar Olivia í 6.flokki. Olivia býr á Eiði. Vit eru spent at taka í móti Oliviu og ynskja henni hjartaliga vælkomnari í Skúlan við Streymin :)
Pokémon
Góðu foreldur........ eg havi gjørt avtalu við næmingarnir, sum hava Pokémon-kort við í skúla, at tey hava hósdagin og fríggjadagin til at prógva, at tey megna at hava kortini við, uttan at tað órógvar undirvísingina. Hetta tí, at tað órógvar so ómetalig illa, í og við at næmingarnir ikki megna at sleppa Pokémon-spæinum áðrenn undirvísingin byrjar. Eydnast hetta er tað gott, men eydnast tað ikki, og eru tað aðrar reglur sum koma í gildi.
Foreldur at næmingum sum ganga til tónleik.
Frá í dag av, ganga næmingar til samanspæl týsmorgun kl 09:50, Hetta er: Ejnar, Eyðbjørg, Henry, Oddvør, Oddvør Alberta, Sára, Sesilia og Yana.
Annars er at siga um ljóðførini, at tey eiga ikki at verða sett eftir í skúlanum aftaná venjing, men skulu heim við. Skúlin við Streymin tekur og hevur ikki ábyrgdina av ljóðførunum
Uppskot til meginreglur í 5. a
Ein meginregla merkir: støði undir hugsan ella gerð, aðalregla, grundregla, høvuðsregla, grundsetningur, reglulag
Umsorgan:
Tað at røkta og vera um tey (ið ein hevur uttan um seg), hava umsorgan fyri, røkja, ansa eftir, síggja til; stóra umsorgan hevur hon havt fyri okkum og børnum okkara; stóra umsorgan vístu tey honum.
Virðing:
Tað at virða el. meta høgt, tað at verða virdur.
Hjálpsemi
Tað at vera hjálpsamur, at vísa beinasemi.
Arbeiðslag
Handalag og atburður í arbeiði (serl. hjá hinum einstaka), gott (ringt) arbeiðslag
Ein viðgerð er eftir, tað er triðja viðgerð, og hon verður væntandi um eina ella tvær vikur.
Foreldrabólkar
- Foreldrabólkar.pdf (422.85 KB)
Setursskúli
Nú eru myndir lagdar inn frá setursskúlanum,trýst Her.
Setursskúli
Vit hava havt ein sera góðan túr í Vík. Børnini hugnaðu sær, vit vitjaðu kirkjuna, gingu niðan til minnisvarðan og gingu ein túr niðan í Kluftá. Stuttligt og gott :)
Grækarismessa
Grækarismessa Á Grækarismessu í regninum fóru 2. og 3. flokkur ein túr yvir í Náttúrulundina at vita, um vit sóu nøkur tjøldur. Nøkur vóru heppin at síggja nøkur fáa, men annars var ikki nógv at síggja. Tó høvdu vit ein góðan, vátan og kaldan túr. Heimkomin í skúlan kliptu vit nøkur fitt tjøldur at heingja upp í stóru vindeyguni í klædnarúminum.
Góða grækarismessu!
Vinarliga Mirjam og June-Eyð