08.03.24

1000 síður !

Í føstutíðini lesa vit gular bøkur á Skúlanum við Streymin.

Hesir rasku næmingarnir hava lisið yvir 1000 síður síðani 13. februar.

Tað er ómetaliga flott! Til lukku við tí.

So mikið nógvir næmingar hava lisið 500 síður, at tað er ivasamt, um teir høvdu passað á eina mynd.

Tey fáa eitt mini-egg pr. 10 síður, so nógv egg eru farin um diskin seinastu tíðina og bøkurnar ferðast skjótt næminganna millum.

Starvsfólk skúlans eru ómetalig stolt av næmingunum :)

 

(Trýst á myndina fyri at síggja fulla stødd/allar næmingarnar)