15.03.24

Evnisvikan

Sí myndir og les meira..

Oyrarbakki 100 ár.

Ein góð og hugnaliga vika er farin aftur um.

9. flokkur hevur arbeitt við verkætlan, meðan hinir flokkarnir hava havt evnisviku.

Vit endaðu vikuna á Torginum við myndum, sangi og podvarpi. Næmingarnir fingu hvør sítt sunkist og okkurt gott til góman í hondina á veg heim. Ein sera væl eydnað vika.

Her kunnu poddvarpini hoyrast: SvS Soundcloud

Eisini var barnaútvarpið VIT á gátt í morgun og frætta tit nærri, nær samrøðurnar við okkara næmingar verða at hoyra.

Fleiri myndir koma seinni. Fylgið endliga við :-)

Tit, sum eiga pápar, sum sigla úti, ella ommur og abbar, sum eru áhugaði í tí, vit gera á skúlanum, eru vælkomin at biðja tey hyggja eftir myndunum, so hvørt tær verða lagdar á heimasíðuna! :)

Gott vikuskifti // Leiðslan