Próvtalsstigin

Próvtalsstigin - Próvtøl og próvtalslýsingar

12

Framúr gott avrik: verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

10

Sera gott avrik: verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini

7

Gott avrik: verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýt um, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

4

Hampiligt avrik: verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.

02

Toluligt avrik: sum kann verða góðtikið Verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

00

Ikki nøktandi avrik: verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

-03

Heilt vánaligt avrik: verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið

 7-tals stigin sum pdf frá MMR

Kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2013 um próvtøkur fólkaskúlans (Lógarsavn)

§28

Samband millum 7-talastigan og ECTS-stigan:


Próvtalið 12 á 7-talastiganum svarar til A á ECTS-stiganum

Próvtalið 10 á 7-talastiganum svarar til B á ECTS- stiganum

Próvtalið 7 á 7-talastiganum svarar til C á ECTS- stiganum

Próvtalið 4 á 7-talastiganum svarar til D á ECTS- stiganum

Próvtalið 02 á 7-talastiganum svarar til E á ECTS- stiganum

Próvtalið 00 á 7-talastiganum svarar til Fx á ECTS- stiganum

Próvtalið -3 á 7-talastiganum svarar til F á ECTS- stiganum