Lestrarvegleiðing
Lestrarvegleiðing
Yrkis- & Miðnámsútbúgvingar
Talgilt umsóknarblað: www.innskriving.fo (seinasta freist er altíð 15. mars)
Til og við 15. mars á hvørjum ári kl. 12:00 kann søkjast á Miðnám- og Yrkisútbúgvingar á www.innskriving.fo.
Pappírsútgávan og vegleiðing Miðnám- og Yrkisútbúgvingar kann eisini takast niður av heimasíðuni hjá www.uvs.fo.
Faldarar til yrkisnám og gymnasialt miðnám kunnu takast niður her: www.uvs.fo.
Sjálvvirkandi heintan av upplýsingum
Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum Skúlin við Streymin skrásetur støðu- og próvmet í. Tvs. at skipanin heintar sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram.
GG: Dópsbræv skal umsøkjarin sjálvur festa við sum pdf-skjal !
Viðkomandi slóðir
Gev gætur
- Týskt KRAVT sum valfak í 8. og 9. fl., um tú velur Hugbreytina (mars 2023) í Miðnám galdandi frá skúlaárinum 2020/2021 - les fráboðan frá UVS sum mynd(png) broytingarkunngerð verður lýst í næstum
- Alis-/Evnafrøði kravt sum valfak í 8. og 9. fl.fyri at søkja teknisku breytirnar í Miðnám.
Fólkaskúli merkir vanliga 9. floksprógv. Til summar av útbúgvingunum kann tað tó vera ein fyrimunur at hava 10. floks-prógv. Tað veldst einamest um, hvussu búgvin næmingurin er, og um fakligar førleikar.