Hjálparamboð
Loyvd hjálparamboð (Leiðreglur):
· Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.
· Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
· Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning . Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
· Framsetingin verður skrivað í eini tekstviðgerð á skjal við høvdi, sum vísir, hvør næmingurin er. Skriviforrit kann t.d. vera Microsoft Word ella LibreOffice,
· Framsetingin verður goymd sum pdf-skjal.