Unge sprogpiloter i Norden
Unge Sprogpiloter i Norden
“Unge sprogpiloter i Norden” er eitt samstarv ímillum skúlar í Danmark (samskipari), Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum.
Felags fyri skúlarnar er, at teir liggja uttan fyri høvuðsstaðarøkið.
Endamálið við verkætlanini er at fáa innlit í mál og mentan í grannalondunum og verður í hesum sambandi vitjað í øllum 5 londunum.
Á hvørjari vitjan umboða 6 næmingar og 2-3 lærarar hvørt landi. Næmingarnir búgva hjá vertfamiljum.
Eftir vitjanina hava luttakararnir ábyrgdina av at leggja fram á egnum skúla og greiða frá upplivingunum á ferðini.
Skráin er fylgjandi:
- Okt. 2023: Skúlin við Streymin var vertur
- Apríl 2024: vit vóru í Nurmes, Finnlandi
- Sep. 2024: vitjað verður í Askøy, Noregi
- Mars/apríl 2025: leiðin gongur til Gøteborg, Svøríki
- Á heysti í 2025: endað verður í Vejle, Danmark
Fakliga innihaldið:
Støðið verður tikið í heimsmálunum hjá ST.
- Í Føroyum: Grøn orka
- Í Finnlandi: Javnrættindi
- Í Noregi: Sálarlig heilsa
Evnið í Svøríki er ikki endaliga avgjørt, men verður møguliga fólkaræði.
Úrslitini av øllum hesum verða síðan savnað í Vejle.
Á hvørjari vitjan er ein Atlantbib bók gjørd, um tað evnið, ið hevur verið viðgjørt.
Hetta er ein talgild bók, sum verður skrivað og lisin inn á øllum málum.