Boðklivin
Trýstið á leinkið fyri at síggja faldaran til skúlastýrisvalið, sum verður tann 12. november 2024
Vit taka eplir upp
Foreldraviðtalur í 3.flokki.
Nú er aftur tíð til foreldraviðtalur, vit gera tað soleiðis at helvtin av viðtalunum eru fyri heystfrítíðina, og helvtin eftir heystfrítíðina. Listin sæst niðanfyri:
Hósdagin 10.okt
12.00 – 12.15 Marin
12.15 – 12.30 Beinta Vón
12.30 – 12.45 Annika
12.45 – 13.00 Elian
13.00 – 13.15 Liam
13.15 – 13.30 Martina
13.30 – 13-45 Maya
13.45 – 14.00 Cassandra
Hósdagin 24.okt
12.00 – 12.15 Ári
12.15 – 12.30 Einar
12.30 – 12.45 Skye
12.45 – 13.00 Halla
13.00 – 13.15 Vár
13.15 – 13.30 Fríða
13.30 – 13-45 Tamara
13.45 – 14.00 Eva
Um tit ikki fáa komið til ásettu tíð, kunnu tit býta um inannhýsis, men boða mær frá um so er.
Harafturat kann sigast; at til foreldrafundin bleiv samtykt, at vit halda áfram við at fylgja protokollini í samband við foreldraráðið. Tey næstu á listanum eru: Liam, Skye, Marin og Martina.
Vinarliga Kristianna og Sigrid
Góðu tit
Vit halda fram við at arbeiða við Finka ljóð og mállæra (tann bláa), flerir næmingar mangla bókina. Kunnu tit hyggja og vita um hon liggur heima.
Vit fara at lesa krabbabøkurnar um Frøkun Ignoru. Ætlanin er at vit fylgjast og lesa aleið eina bók um vikuna. Ymiskt er hvussu børnini megna at lesa reyan krabba, so vit gera eina roynd. Skift verðru ímillum í at eg onkuntíð lesi upp í tímunum, tey lesa í pørum, og fáa fyri heima. Fylgi við á vikuætlanini
Skúlin eigur sjey eintøk av hvørjari bók (tær eru 10 í tali), eg kopieri fleiri eintøk, annars eru tær eisini at finna inni á ibok.nam.fo
Góðu foreldur
Eg fari at geva næmingunum ein lepa við teirra uni-login á. Lepan skulu tey hava liggjandi í pennalarhúsinum.
Uni-login brúka vit tá næmingarnir skulu rita inn á eitt nú: Office365 og ibok
Office365 rita vit inná via svs.fo (við síðuna av har tit fara inn á vikuætlan og fráveru), inni á office kunnu næminganrnir brúka word, excel, mail o.a. Vit fara spakuliga at byrja við at brúka word.
Harafturat kunnu tey við uni-login rita inn á ibok.nam.fo, har liggja flestu bøkurnar, sum vit brúka á skúlanum.
Okkara skúlabókasavn hevur hetta seinasta árið skipað nøkur sera góð lesiátøk. Í summarfrítíðini er aftur eitt á skránni, hesaferð er talan um lesibingo. Hetta er skipað soleiðis, at hvør næmingur fær eina plátu heim við. Á plátuni eru 15 stuttligar uppgávur, ið hava okkurt við lesing at gera. Fyri hvørja uppgávu skal ein mynd takast. Tá allar uppgávurnar eru loystar og myndir eru tiknar, skulu allar 15 myndirnar sendast í einum til kk1911b2@skulin.fo, soleiðis at tað verður ein teldupostur frá hvørjum næmingi, sum luttekur á summarbingo. Hetta er galdandi fyri næmingar í fyrsta flokki, lærararnir í hinum flokkunum avgera, hvar teirra myndir skulu sendast.
Tað verður stuttligt at síggja allar myndirnar, tá tit byrja aftur aftaná summarfrítíðina.
Góðan lesihug :)
Hey hey.
Nú er tíð til seinnu viðtalurnar í 2.flokki, áðrenn árið er runnið.
Viðheft er skjal við tíðum, tit kunnu býta um innanhýsis um tíðirnar ikki passa. Minnist bara til at siga mær frá um tit býta um.
Gleði meg til at síggja tykkum :)
Viðtalur seinna hálva 2.fl.docx
Vinarliha Kristianna
https://podium.gyldendal.no/mno1-4/1b
Til at lata tær seinnu bøkurnar upp, skalt tú skriva viðkomandi tal + bókstav har, sum 1b stendur
í leinkinum.
Rokning . 2b, skriva: 3b,,
Tit skriva 3b ( Okkara roknibók er eitt nr.minni enn norska tilfarið, ið er umsett og tillaga okkara viðurskifti) Tá tit eru komin inn á okkara roknibók gjøgnum leinkjuna omanfyri, so velja tit part 15, sum eitur "Rokning" og so byrja tit á Level 1 :) Tit kunnu altíð royna, og riggar ikki so royna vit eisini í skúlanum.
Hey. Vit eru byrjað at arbeiða eitt sindur í teldunum, vit byrja við at venja okkum at brúka fingrarnar og knappaborðið. Um næmingarnir hava hug at royna seg heima, so arbeiða vit á hesi leinkjuni.
https://oleviolin.com/boerneprogrammer/Skrivemaskinen/Skrivemaskinen.php
Foreldraviðtalur í 2.flokki
Góðu tit, nú fara vit at hava viðtalur í 2.flokki. Viðheft er eitt skjal, við yvirliti yvir tíðum. Um tað ikki liggur fyri at koma til tíðina tit hava fingið, kunnu tit býta um innanhýsis, men boði mær frá tá broytingin er framd.
Ætlanin er at hava næmingasamrøður áðrenn. So eg komi at taka eitt lítið prát við tey ein og ein, í næstu viku. Tað veðrur í høvuðsheitum, um hvussu tey halda tað gongur í skúlanum, hvussu tey trívast osv.
English:
It is time for the seasonable parenstconsultations (foreldraviðtalur). I´ve attached a document with a list of times. If you can't come, you can swap times internally. But tell it to me when changes have appeared.
The plan is to have student conversations before. I will have a small talk with the kids, one by one. It will primarily be about how the students think things are going in school, how they are thriving, and so on.
Næmingasamrøða
Foreldraviðtalur í 2.flokki
- Viðtalur fyrra hálva 2.fl.docx (12.64 KB)
Foreldraviðtalur
Góðu tit, týsdagin og mikudagin 21. og 22. novembur fara vit eftir ætlan, at hava foreldraviðtalur í 2.flokki. Tit fáa nærri at vita um tíðspunkt, tá vit nærkast.
Vh Kristianna
Hey
Næmingarnir hava fingið nýggjan lesilumma við heim í taskuna í dag. So nú fara vit at herja á lesingina aftur.
Vit byrja øll uppá krabbabøkur (gulur krabbi er tann lættasti, síðani kemur tann appilsinguli), tey flestu byrja við tí gula, onkur er komin til tann appilsingula.
Vit fara at brúka lesilumman í skúlanum og heima, krossarnar seta tey í tá tey lesa heima. Eg seti í vikuætlanina nær tey skulu lesa og hvussu leingi (men tey eru vælkomin til at lesa meir og oftari).
Í lesilummanum eru tríggir teigar: 1.ferð, 2 ferð, uppgávur. Tey lesa í 10 min, og seta ein kross í hvørja ferð tey hava lisið bókina lidna. Summi klára at lesa eina krabbabók fleiri enn 2 ferðir uppá 10 min, um so er at tað hendir heima, kunnu tit evt. eggja barninum at lesa í eini aðrari bók restina av tíðini, tit kunnu biða tey lesa hart fyri tykkum, tosa um innihald, ella um onkur orð osv. Hetta kann eisini gerast hóast barnið brúkar allar 10 min uppá lesingina.
Áhugin frá foreldrum hevur ávirkan á lesigleðina og menningina hjá barninum.
Eg fari eisini at fylgja við og gevi teimum tvær krabbabøkur í lumman, um tørvur er á tí, soleiðis at nokk er at lesa.
Uppgávurnar verða sum oftast gjørdar í skúlanum (tá seta tey krossin her), men tað kann eisini henda at tær koma heim við.
Spyrji enduliga um tit yvast.
Gott vikuskiftið
Kristianna
Hey Hey
Týsdagin í næstu viku skulu næmingarnir i 2.flokki inn til heilsufrøðingin, tey fáa ein brævbjálva heim við í morgin.
Hey tit øll.
Nú er fyrsta tíðin í 2.flokki fráliðin. Vit eru farin í gongd við tilfarið Finka, og er nógv spennandi at arbeiða við. Eg vísi tykkum tilfarið á felagsforeldrafundinum 12.septembur.
Eisini fara vit at halda fram við bókini Lær teg at stava, um bókin er enda heima leggi hana so í taskuna hjá næmingunum.
Vh Kristianna :)
Seinapartur hósdagin 8.juni
Handaverk og list
Í dag hava vit verið úti og rudda rundan um skúlan. Vit tosaðu um hvørjum vit hjálpa tá vit rudda úti í náttúruni, har vóru ymisk boð, eitt nú: skúlanum, náttúruni og djórunum. Vit ætla okkum at arbeiða fram í móti at gera ymiskar figurar burtur úr ruskinum o.ø vit fara at samla inn. Vit sorteraðu ruskið og valdi hvat vit kunnu brúka til figurarnar og hvat skal beinast burtur.
Alt í alt ein deiligur dagur ☺️
Freistin at flyta peningin til Leit er mánadagin 8. mai 2023. Vinarliga váttið á skjalið, at tit hava goldið.
Foreldraviðtalur. Nú er tíð til seinnu viðtalurnar í 1.flokki. Vidheft er eitt skjal við yvirliti yvir tíðum. Um tað ikki liggur fyri at koma til tíðina tit hava fingið, kunnu tit býta um innanhýsis, men boði mær frá tá broytingin er framd.
- Viðtalur seinna hálva 1.fl.docx (2.36 KB)
Skrá til evnisvikuna
Eg boða tykkum foreldrum frá, at eg fari úr starvinum, sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin fríggjadagin 31.03.23. Eg havi valt, at fara í annað starv.
Barna og Undirvísingarstýrið kemur í næstum, at lýsa starvið leyst og verður væntandi nýggjur stjóri settur til Skúlin við Streymin frá 1. apríl, at rokna.
Eg havi havt nøkur fantastik ár her á skúlanum og vil takka tykkum foreldur fyri gott samstarv.
Vinarliga
Sonni Djurhuus, skúlastjóri
100 daga veitsla
Hyggi eftir um næmingarnir hava alt teimum tørvar í pennalarhúsinum.
- Tveir blýantar
- Viskileður
- Spískara
- Linneal
- Farvublýantar
Gott er um blýantanrir eru spískir og klárir at brúka tá barnið kemur í skúla.
Eisini er gott at hava drekkidunk við í skúla.
Vinarliga Kristianna :)
Boðklivin 1. flokkur
Flokslærari: Kristianna í Kolsbyrgi
Skúlin hevur sett Kristiannu í Kolsbyrgi í starv, sum flokslærara í 1.flokki fram til summarfrítíðina. Kristianna er 32 ára gomul og er ættað av Eiði og býr í Norðagøtu.
Vh
Sonni, skúlastjóri
Jólasangirnir
- Jólasangir.pdf (464.16 KB)
Góðu tit
Eg vil kunna tykkum um, at June-Eyð hevur valt at fara úr starvinum, sum lærari í Skúlanum við Streymin. Vit takka hjartaliga June-Eyð fyri tíðina í skúlanum og ynskja henni bestu eydnu framyvir. Flokslærari í flokkinum verður Mirjam Zachariasen.
Vh
Sonni, skúlastjóri