Foreldur & Skúli
Foreldur og skúli
Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.
Hvat kunnu foreldur vænta av skúlanum?
- At børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar
- At skúlin hevur lærarar við hollum kunnleika at undirvísa at lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir
- At lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra at børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinarlag í flokkinum
- At lærarar eru fólkaligir og tosa hampuliga við næmingar og felagar
- At lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum
- At foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði
- At foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt
Hvat væntar skúlin av foreldrunum?
At næmingarnir:
- Møta rættstundis
- Hava etið morgunmat og eru væl hvíldir
- Hava gjørt heimaarbeiði
- Eru fólkaligir, og tosa hampuliga við lærarar og felagar ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild
- Hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum
At foreldrini:
- Hjálpa børnunum við heimaarbeiði
- Greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá lærarunum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærarar, felagar og øll, sum eru í skúlanum
- Læra børnini samanhald, ábyrgd og vinarlag
- Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (t.d. sjúka)