Boðklivin

Góðu foreldur í 4. flokki                                                                                       mikudagur  9/4-2025

Vit blivu ikki liðgu við bókaframløgurnar í gjár. Tey síðstu fýra leggja fram í morgin og nøvnini á teimum standa á vikuætlanini.

Spurningarnir, sum tey skulu svara, standa í vikuætlanini til í dag 9. apríl.

Vit fara beinanvegin í gongd við nýggja bókaframløgu um tvær vikur - eftir páskafrítíðina. Tí skulu tey velja sær eina nýggja bók beinanvegin til at leggja fram.

Tey mugu fyrireika seg væl, so tey vita, hvat tey skulu siga. Vit brúka somu spurningar sum hesaferð. Sí vikuætlanina 9. apríl. 

Góðu haldið barni tykkara til at lesa og at siga frá bókini tey lesa. Tosið við barnið um, hvat søgan snýr seg um, hvar søgan gongur fyri seg og hvat hendir í søguni. Hjálpið barninum til at siga frá søguni.

Vit gleða okkum til nakrar góðar bóka framløgur inni í 4. flokki.  

Blíðar heilsanir

Guðrun E.

Vælkomin til lesiløtu

Næmingasamrøður í 4. flokki - 24. feb. 2025

hetta skalt tú duga uttanat

Tabellvenjing

Her er ein góð hjálp at venja tabellina

tabellin

Enskt - 28.10.2024

Nú hvítna tindar fjøllum á

Leinkja til lagið á s. 11 í 'Mandy on Holiday' https://www.youtube.com/watch?v=SxuapKdqIZw

4. flokku 2024-2025

Ovara rað:    Benjamin, Tristan, Eva, Aura, Erika, Maria, Elisa og Sirið.

Niðara rað:   Pætur, Tóta Lovisa, Sofía, Hanna, Drós, Pál og Rókur.

Kunning frá Norðjómi

Eingir lutir

Hey vit eru byrjað at arbeiða eitt sindur í teldunum, og um tað er møguligt hjá tykkum at lata næmingarnar sleppa at royna seg heima so arbeiða vit við knappaborðinum nú á hesi leinkjuni 

https://oleviolin.com/boerneprogrammer/Skrivemaskinen/Skrivemaskinen.php

 

Boðklivin 2. flokkur

1.flokkur 2021/22

Síđsti skúladagur í 1. flokki :-)

Myndir frá útivikuni her .

Evnisvika grunddeild #5

01.04.22

Tíbetur eydnaðist tað dreinginum at koma og fortelja, hvør veruliga hetjan var, og slapp hann at giftast við prinsessuni. Brúdleyp var á kongsborgini, og alt endaði væl.

Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

Evnisvika grunddeild #4

31.03.22

Drongurin drap trøllið og skuldi giftast við prinsessuni, men eitt ótýggi hevur dripið dreingin, tikið prinsessuni og sagt, at hann átti æruna. So í morgin skal prinsessan eftir ætlan giftast við ótýgginum, og grunddeildin er boðin í brúdleyp á kongsborgini.

Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

Evnisvika grunddeild #3

30.03.22

Kongur hevur lovað, at tann, sum klárar at drepa trøllið á fjallinum við teimum tíggju høvdinum, skal sleppa at giftast við prinsessuni. Í dag hava vit gjørt trøllahøvd og prýðið til kongsborgina.

Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

Evnisvika grunddeild #2

29.03.22

Í dag hoyrdu meira av ævintýrinum "Trøllið á fjallinum". Eisini gingu vit út á Oyrar at heinta steinar til trøll. Veðrið var av tí besta, og tí bleiv tað ein so deiligur túrur.

Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

Evnisvika grunddeild #1

28.03.22

Grunddeildin arbeiðir við ævintýrinum "Trøllið á fjallinum" hesa vikuna. Í dag hava vit hoyrt fyrsta brotið av ævintýrinum, og hava vit teknað eina tekning í vøkru ævintýrabókina. Drongurin í ævintýrinum fær eitt svørð og eina ryssu, og tí hava vit gjørt svørð og riðið ein túr á ryssuni hjá Herolvi. Ein deiligur dagur. Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

Jólahugni í grunddeildini 2021/22

SSP-vitjan í 1.flokki

3. November 2021

Vit tosađu um ferđslureglar og ferđslutrygd og lærdu um týdningin av at nýta hjálm.

Kunning um e-bøkur

* Læribøkurnar í føroyskum og støddfrøði eru talgildar og finnast her: ibok.nam.fo

Her rita tit inn við "brúkaranavn"@skulin.fo og loyniorð, sum tit hava fingið. 

- Í vinstru síðu eru bøkurnar deildar upp í linjugreinar - vel t.d. "støddfrøði" og "Rokning 1c"

- ella skriva "Rokning 1c" í leiti-økið ovast í høgru síðu.

Á heimasíðuni fáa tit lisið í bókunum, men tað ber ikki til at skriva í tær, tí má roknast á blað ella í eitt heftið.

 

Roknispøl

* Her er ein leinkja, sum hevur nógv ymisk og stuttlig roknispøl, sum eru uppdeild í evnir. Vel 1.flokk (1nd grade) ovast á síðuni og síðani velja tit fyrsta evnið sum er "pluss og minus". 

GG! Spølini eru á enskum: mathplayground.com