Landsroynd 4. & 6. fl.

Landsroynd í 4.fl. & 6. fl. 

Innritan til talgildu royndirnar:

1) Rita inn í Office365  - trýst her

2) Far síðan inn á WISEflow - trýst her

 

Reglur fyri landsroyndina hjá 4.flokki og 6.flokki

·        Leiðslan vísur á hóskandi hølir í góðari tíð

·        allir næmingar møta í seinasta lagi 10 minuttir, áðrenn royndin byrjar.

·        telda og annan útbúnað hjá skúlanum skal brúkast. Ikki er loyvt at hava egnu teldu við

·        so leingi royndartíðin er, skulu næmingarnir vera inni í royndarhølinum.

·        er næmingur liðugur við royndina áðrenn tíð, verður sitið og bíða til tíðin er farin. Tað er ikki loyvt at fara inn á spøl og annað á telduni.

·        næmingarnir kunnu brúka Internet og alt tilfar, ið er brúkt í lærugreinunum, einasta undantak er í støddfrøði, tað er ikki loyvt at brúka elektroniskan lummaroknara, ei heldur á teldu - si kunning frá UVS/UMMR

·        tá steðgur er, fara næmingarnir út at fáa sær fríska luft. Tá er týdningarmikið, at teir vísa atlit, tí aðrir næmingar hava undirvísing í skúlanum. Næmingarnir fáa leskandi og frukt í steðginum.

 

Próvstovan: Landsroyndir