Sorgarætlan
1. PDF-SKJAL: Stuðul til skúlabørn eftir álvarsligar hendingar: Eitt hefti við dømum um viðbrøgd (reaktiónir) ella atburð hjá skúlabørnum, sum hava verið fyri álvarsligum hendingum og hvussu vit sum vaksin kunnu hjálpa teimum
2. PDF-SKJAL: Stuðul til ungfólk eftir álvarsligar hendingar: Eitt hefti við dømum um viðbrøgd (reaktiónir) ella atburð hjá ungum, sum hava verið fyri álvarsligum hendingum og hvussu vit sum vaksin kunnu hjálpa teimum
Andlát, Sorg og Saknur (Kelda: Barnabati)
Sorgarætlan
Sorgar og Tilbúgvingarætlan í sambandi við álvarsama sjúku, deyða ella vanlukku.
Henda tilbúgvingarætlan er heilt einfalt ein ”soleiðis gera vit ætlan” hjá okkum øllum í skúlanum, og skuldi hetta lætt um truplu støðuna í sambandi við, at sorgin rakar.
Børn hava altíð tørv á felagsskapi við vaksin fólk, og serliga tá ið sorgin rakar, hevur hesin felagsskapur stóran týdning. Vit, sum eru um børnini stóran part av degnum, kunnu vera teirra besta hjálp og verja.
Við hesi tilbúgvingarætlan fáa vit eitt amboð at nýta, tá onkur okkara verður raktur av sorg. Henda ætlan skuldi verið ein hjálp til, at hvørki næmingar ella starvsfólk í skúlanum koma at kenna seg einsamøll, tá ið sorgin rakar.
Ætlanin sigur okkum, hvussu vit gera, tá ið sjúka, deyði ella vanlukka raka okkum, sum hava okkara dagligu gongd í skúlanum, ella okkara nærmastu.
2. Felags missur
2.1 Næmingur hevur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað:
- Flokslærarin hevur ábyrgdina av, at tosað verður við heimið um støðuna.
- Flokslærarin kunnar starvsfólk, floksfelagar o.o.
- Flokslærarin/toymið skipar fyri tiltøkum – vitjanum – (brøv/gávur).
- Flokkurin: Tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur.
2.2 Tá ið næmingur doyr:
2.2.1 næmingurin hevur verið leingi sjúkur:
- Allir lærarar floksins verða kunnaðir um støðuna.
- Flokslærarin kunnar flokkin. Heldur hann seg ikki til, kann hann venda sær til aðrar lærarar, stuðulsbólk ella leiðslu.
- Prát í flokkinum um deyða, miss og kenslur.
- Flaggið verður vundið á hálva stong. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlaleiðari, flokslærari, toymi, prestur skipa fyri minningarhaldi, sum heimið er kunnað um.
- Næmingar og lærarar kunnu í felag fylgja.
- Flokkurin kann senda blómur ella krans.
- Skúlin skal senda blómur ella krans. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlin verður stongdur undir jarðarferð.
2.2.2 næmingurin doyr brádliga:
- Fer hendingin fram „í skúlanum“, verður straks boðað frá (112).
- Skúlaleiðarin kunnar heim og starvsfólk um tað, sum hent er.
- Flokslærarar kunna flokkarnar.
- Prát í flokkinum um deyða, miss og kenslur.
- Møguleiki at leggja tímarnar niður og skipa dagin á ein serligan hátt.
- Flaggið verður vundið á hálva stong. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlaleiðari, flokslærari, toymi, prestur skipa fyri minningarhaldi, sum heimið er kunnað um.
- Næmingar og lærarar kunnu í felag fylgja.
- Flokkurin kann senda blómur ella krans.
- Skúlin skal senda blómur ella krans. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlin verður stongdur undir jarðarferð.
2.3 Tá ið starvsfólk doyr:
- Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk og næmingar um støðuna.
- Stuðulsbólkurin fær boð, og fundur verður skipaður.
- Flaggið verður vundið á hálva stong. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Toymið/hóskandi lærari tekur tímarnar hjá tí deyða.
- Skipað verður fyri minningarhaldi/serligum morgunsangi.
- Skúlin skal senda blómur ella krans. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlin verður stongdur undir jarðarferð.
- Hjálpa familjuni.
Minst til, at sorgin er bæði svár og drúgv.
3. Missur hjá tí einstaka
3.1 Tá ið foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku:
- Flokslærarin kunnar allar lærarar skúlans um støðuna ella vanlukkuna.
- Flokslærarin kunnar flokkin um støðuna.
- Foreldur og avvarðandi næmingur skulu fáa at vita, at lærarin og flokkurin hava tosað um støðuna. Hetta fyri at forða fyri, at søgur fara at ganga.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, mugu allir lærarar tosa saman, so felags mannagongd verður fylgd.
- Fylgja við, um broytingar eru við næminginum, sum eigur sjúk foreldur/systkin. Havast skal í huga, at næmingurin kann hava eitt skiftandi sinnalag.
- Geva næminginum serligan ans, tá ið royndir/próvtøkur eru.
3.2 Tá ið næmingur missir avvarðandi:
- Flokslærarin kunnar allar lærarar skúlans um deyðsfallið.
- Flokslærarin kunnar flokkin um støðuna.
- Flokslærarin/toymið kann vitja familjuna.
- Foreldur og avvarðandi næmingur skulu fáa at vita, at lærarin og flokkurin hava tosað um støðuna. Hetta fyri at forða fyri, at søgur fara at ganga.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, mugu allir lærarar tosa saman, so felags mannagongd verður fylgd.
- Flokslærarin/toymið hevur ábyrgdina av, at næmingurin fær serliga góða móttøku, tá ið hann kemur aftur í skúla.
- Missir næmingur foreldur, verja ella systkin, sendir skúlin blómur ella krans. Skúlaleiðarin hevur ábyrgdina.
3.2.1 Fylgja upp: (upp í 1 ár eftir hendingina)
- Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin, har tað hóskar seg.
- Flokslærarin kunnar seg av og á um støðuna hjá næminginum.
- Søgur, yrkingar o.a. kann brúkast í frálæruni í tí vavi, tað hóskar.
- Geva næminginum serligan ans, tá ið royndir/próvtøkur eru.
- Alla Halganna
3.3 Tá ið starvsfólk missir: (børn/maka)
- Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk og næmingar um missin.
- Skúlin skal senda blómur ella krans. Leiðslan hevur ábyrgdina.
- Skúlaleiðari og toymi hava ábyrgdina av, at lærarin fær góða móttøku, tá ið hann kemur aftur í skúla.
3.4 Tá ið starvsfólk verður rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku:
- Skúlaleiðarin kunnar allar lærarar skúlans um støðuna ella vanlukkuna.
- Flokslærarin kunnar flokkin um støðuna.
- Skúlaleiðarin og stuðulsbólkurin hava samband við hin sjúka og/ella heim hansara.
Minst til, at sorgin er bæði svár og drúgv.
4. Vanlukka
- Skúlin skal hava boð, um næmingar verða raktir av vanlukku/óhappi, ella hava havt samband við vanlukkutilburð, t.d. bussvanlukku í/úr skúla.
- Skúlaleiðarin kunnar sum skjótast heim og starvsfólk um tað, sum hent er.
- Skúlaleiðarin skal síggja til, at næmingar ikki verða sleptir upp á fjall, men hava foreldur ella onkran vaksnan um seg.
- Í skúlanum verður skjótast til ber tosað um hendingina. Støða verður tikin til, um prestur, sálarfrøðingur ella onnur skulu tilkallast.1[1]
5. Stuðulsbólkur
Í stuðulsbólkinum sita heilsusystir (-frøðingur) og 3 fólk, sum eru vald av námsfrøðiliga ráðnum.
Valið fer fram á fyrsta fundi í skúlaárinum.
5.1. Uppgávan hjá stuðulsbólkinum er:
- At fylgja við hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda viðlíka og ogna sær nýggja vitan um evnið.
- Dagføra tilbúgvingarætlanina.
- Virka sum stuðul, har tørvur er á tí.
- Fylgja upp og eftirmeta tiltøk í árinum, sum fór.
- Gera nýggjar lærarar kunnugar við tilbúgvingarætlanina.
Stuðulsbólkurin kann eisini
- Skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum.
- Kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, tilboð um skeið o.s.fr.
5.2. Stuðulsbólkurin – tiltøk
Stuðulsbólkurin kann luttaka ella taka stig til tiltøk so sum:
- Gera nakað við plássið hjá næminginum.
- Skriva minningarorð
- Kransar/blómur
- Fylgja og fara til ervið.
- Hjálpa til (jarðarferðina og annað).
- Møguleiki fyri serkønari hjálp í serligum føri.
- Serligan morgunsang/minningarhald.
- Minnast/nevna næmingin á 1. foreldrafundi aftaná.
- Bjóða avvarðandi at vitja skúlan eftir deyðsfallið.
- Senda samkenslukort frá skúlanum.
Skúlaleiðarin hevur ábyrgd av, at skúlabussarnir eru kunnaðir um tilbúgvingarætlanina