Boðklivin

Fyrisøgn til 26.feb.'25                                                                            

Les og stava øll orðini. Lær teg serliga væl tey orðini, sum eru litaði.

Eingir lutir

 

                                                                                                             Lagt út t.16.feb.'25

Góðu foreldur                                                                                                                                                                             

Í samband við at vit hava lisið "Gandakeppurin", fara vit at arbeiða við bókini við fyrst at lesa tekstin, men í staðin fyri at loysa skrivligar uppgávur hvønn dag, arbeiða næmingarnir við ymsum prosjektum í samband við bókina

Hesi prosjektir eru m.a. at gera bygningar úr pappi, skriva spurningar til bókina og at gera sjónleik/film. Vit arbeiða við hesum, til prosjektini eru liðug, ella so leingi áhugin er til staðar.

Blíðar heilsur

Anita, Guðrun og Britt.

3. februar 2025

Danskt - tey sum hava Erikku: 

Villiam K.P.

Aksel 

Angela

Aron 

Ása 

Aura 

Brestir 

Fríði

Heidi

Høgni

Jóan Sofus 

Poul 

Sára 

Sigurd 

Teresa 

Tórur 

Tyrni 

Tit hava fingið ein lesilumma heim við. Tað er sera umráðandi at tit lesa og umseta tað brotið, sum vit lósu saman í skúlanum, heima. Brotið eitur "Hvordan er vejret". Tað hevur eisini týdning, at tit hava lumman við aftur í skúla, og at foreldrini hava skrivað undir niðast á síðini, at tit hava lisið.  

Góðu foreldur. Teksturin er úr einum størri hefti, sum vit arbeiða við. Tað hevur sera stóran týdning, at tit lesa við barninum heima. Tess betri tað verður lisið heima, tess meira fáa tey burturúr í skúlanum.  

Vinarliga Erikka 

Les væl uppá og stava orðini í fyrisøgnini, sum eru úr "Gandakeppurin", s.62

Fyrisøgn til 5.február '25 

Eftir skúlatíð gangi eg. Gangi bara. Eg eri ikki á veg nakrastaðni, eg seti annað beinið framman fyri hitt og endurtaki rørsluna uttan at steðga.

Tá eg komi niðaná, steðgi eg og seti meg niður. Eg síggi skúlan og húsini, har vit búgva, torgið, har vit keypa, og gøtuna, har eg lærdi at súkkla. Eg eri í keppinum og kann svara uppá allar spurningar í verðini. Eg eigi pengar í bankanum og foreldur, sum elska meg.

 

 

Penalarhúsið

Kunnu tit eftirhyggja penalarhúsið at vita, um 3 blýantar, viskileður, blýantspískari og lineal eru í?

Næmingarnir mugu gjarna hava nakrar litir at lita við, men ikki er neyðugt við so nógvum litum.

Summir næmingar forstýrast av, at ov nógv er at velja ímillum í penalarhúsinum.

 

Fríggjadagin 17. januar 3. og 4. tíma verður fyrsta undanumfarið í PANGEA.

Pangea er ein altjóða støddfrøðikapping, sum eisini er í Føroyum á hvørjum ári. Í Pangea kappast næmingar við øðrum næmingum í teirra árgangi og loysa spennandi og øðrvísi støddfrøðiligar uppgávur. Fyrsta undanumfarið verður í skúlanum í Skúlanum við Steymin.

Næmingarnir, sum meldaðu seg til í desember, hava fingið venjingaruppgávur heim við. Tað er umráðandi at venja heima sum fyrireiking til undanumfarið. Tað er øgiliga gott at venja við einum vaksnum, tí uppgávurnar eru øðrvísi og krevja at heilin ordiliga verður settur í sving.

Um onkur er, sum hóast alt ikki ynskir at luttaka í undanumfarinum, ber til at boða frá hjá Andreas í seinasta lagi hósdagin kl. 12 á tlf. 223277 - Viðmerk navn á næmingi og flokk.

Vinaliga,

Andreas.

 

Bólkar í enskum         lagt út 10.jan.'25

Í enskum fara vit í nakrar vikur fram at arbeiða við lesing. Næmingarnir fáa eina kopieraða lættlesiliga bók heimvið, sum teir skulu lesa uppá í heima fyri at lesa hart upp í skúlanum.

Bólkarnir eru:

- blái bólkur (heimastovan): Randi, Emilia, Ejlin, Aura, Sára, Herta, Ása, Tórur, Poul, Fríði, Jóan Sofus, Halgir, Viljam, Aron.

- grøni bólkur (eykastovan): Teresa, Heidi, Carita, Angela, Aksel, Høgni, Brestir, Villiam.

 

 

Fyrisøgn til mikudagin 8.jan.2025; tikin úr "Nem mál til fjórða", "Fyrisøgn 5"

Nú er møguleiki hjá næmingunum at melda seg til Pangea, sum er ein støddfrøðiskapping fyri næmingar. Pangea er eitt spennandi høvi fyri næmingarnar at kappast við støddfrøði á einum nýggjum og áhugaverdum hátti, samstundis sum tey kappast við aðrar næmingar kring landið.

Tilmeldingin fer fram við at siga roknilærarinum frá, og freistin at melda seg til er fríggjadagin 13.des. Vit heita á allar næmingar, sum hava áhuga í støddfrøði, at nýta henda møguleikan.

Undanumfarið verur á skúlanum 13-17. Jan.

Eingin myndasøvn

Næmingasamrøður

1.nov.'24 - Nú viðtalurnar nærkast, taki eg eitt prát við hvønn næming sær, um hvussu trivnaðurin er; bæði sosialt og fakligt.

Vh Anita

Góðu foreldur                                                                                    Lagt út: 15.okt.2024

Vit fara í holt við at lesa bókina "Gandakeppurin" í komandi viku. Næmingarnir fáa bókina heimvið, og hon verður skrásett í navninum hjá tí einkulta næminginum. Tað er snilt at binda um bókina, bæði so at hon ikki fer so illa, men eisini so at næmingarnir kenna sína egnu bók.

Tað hevur týdning, at næmingarnir lesa væl uppá heima, tí at í skúlanum fara vit at loysa uppgávur, sum hoyra til hvønn kapitul sær, og vit fara at hava upplestur av tí lisna í skúlanum. Øll fara tó ikki at lesa hvørja viku.

Bókin hevur stórar bókstavir, og hon er í kapitlum, sum ger hana lætta at lesa. Nøkur long orð eru inn ímillum, men hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki. 

Evnini eru viðkomandi fyri børn í miðdeild, og hóast evnini til tíðir eru álvarsom, so er bókin skrivað á ein so lættan og stuttligan hátt, at hon gevur einum mót og loysnir, sum kunnu brúkast í mun til ein sjálvan og saman við øðrum.

Blíðar heilsur

Anita og Guðrun

 

Føroyskt, 8. og 9.okt.

Kalt borð verður fríggjadagin

Næmingarnir fáa ein lista í postkassan (ta gulu mappuna), sum vísir, hvat hvør skal hava við.

Bl.h.

Anita, Guðrun og Britt 

G.G. Rugbreyðið má vera skorið

 

Góðu foreldur                                                                                                                  Lagt út 12.09.2024

Á foreldrafundinum var foreldraráð valt. Harafturat fingu vit uppskot um, hvat foreldrabólkurin (saman við hinum foreldrunum) kann skipa fyri. Næmingarnir fáa hvør sítt yvirlit yvir foreldrabólk og uppskot heimvið í postkassan í næstum.

Blíðar heilsur

Anita og Andreas

Bólkar í støddfrøði:

Bólkur 1:

Aksel - Angela - Ejlin - Halgir - Herta - Høgni - Jóan Sofus - Villiam - Teresa - Sára - Poul - Tórur                                   

Bólkur 2:                                        

Aron - Aura - Ása - Brestir - Carita - Emilia - Fríði - Heidi - Sigurd - Tyrni - Randi - Viljam

Útferð 12.06.24

 

Støddfrøði Andreas

Fram til summarferiuna fara vit at arbeiða við, plus, minus, falda og at býta.

Hetta er nakað sum eg vil hava at næmingarnir eru heilt tryggir við áðrenn tey fara í 5.fl. Vit koma at arbeiða við metodum, so tey fáa stýr uppá: at seta mentu, at lána, falda størri tøl og byrja við at læra at býta við "slikipinna metoduni".

Tey koma at hava skúlating við uppgávum har tey venja teir 4 roknihættirnar.

Samstundis fara vit eisini at venja tabellirnar so tær eisini koma uppá pláss áðrenn summarferiuna.

Eisini verður onkur innlæting.

 

https://podium.gyldendal.no/multi-nettoppgaver

Takk fyri tíðina                                                                                                          lagt út: 6.feb.2024

Við hesi fittu myndini, sum var tikin í dag, fara vit at takka starvsnæmingunum Elsu, Brynhild og Róar fyri tíðina, ið tey hava verið saman við okkum.

Hesar vikurnar saman við teimum hava verið læruríkar, stuttligar og kveikjandi.

Takk fyri, at tit valdu at koma til okkum, og takk fyri, at vit fingu poppkorn og cookies :)

Vit ynskja tykkum blíðan byr framyvir, og vit vóna, at vit síggja tykkum aftur skjótt.

Kærar heilsur

Næmingar og lærarar í 4.flokki