Boðklivin

Lusia skrá

Vit venja hesar dagar í kirkjuni við Norðskála:

Mikudagin 27. nov. kl. 17.00-18.00

Týsdagin 2. des. kl. 17.00-18.00

Hósdagin 5. des. kl. 17.00-18.00

Mánadagin 9. des. kl. 17.00-18.00

Leygardagin 14. des. kl. 17.00-18.00

Sunnudagin 15. des. verður lusia gongd kl. 19.00 og genturnar møta kl. 18.00

Genturnar møta 15. des. kl. 18.00 í hvítum klæðum; tað kann verða ein hvítur kjóli ella ein hvít t-shirt og hvítar sokkabuksur/buksur/leggings. Vit hava reyð silkibond.

Vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu saman við tykkum. 

jólasangir 2024

Lesibók/ lesilummin

Hósdagin 31.oktober fingu næmingarnir eina lesibók heim við - so spennandi :)

Her skulu tey lesa 1 síðu, 2 síður, fleiri síður ella alla bókina: so nógv, sum tey megna :) Vit fylgjast ikki í hesi lesibókini, tað fara vit at gera seinni í aðrari bók. Vit skulu bara minnast til at lesa, tað vit lesa - tvær ferðir - ígjøgnum.

Vit lesa í lesibókini hvønn gerandisdag.

Bókin liggur í einum lumma og er hetta fyri at verja bókina, so hon kann nýtast til fleiri næmingar framyvir :)

Í lummanum liggur eisini eitt lesikort, sum tit skulu skriva dato fyri dagin tit lesa, hvørjar síður tit hava lisið og skriva undir, hvør hevur lisið saman við barninum.

Eg fari at lesa við teimum eina ella tvær ferðir um vikuna.

Heilsan Sigrid

Trýstið á leinkið fyri at síggja faldaran til skúlastýrisvalið, sum verður tann 12. november 2024

Faldari skúlastýrisval 2024.pdf

Foreldraviðtala

Boðklivin hjá 1.a