Boðklivin
Jólapostur fra okkara skúlabókasavni
Lusia skrá
Vit venja hesar dagar í kirkjuni við Norðskála:
Mikudagin 27. nov. kl. 17.00-18.00
Týsdagin 2. des. kl. 17.00-18.00
Hósdagin 5. des. kl. 17.00-18.00
Mánadagin 9. des. kl. 17.00-18.00
Leygardagin 14. des. kl. 17.00-18.00
Sunnudagin 15. des. verður lusia gongd kl. 19.00 og genturnar møta kl. 18.00
Genturnar møta 15. des. kl. 18.00 í hvítum klæðum; tað kann verða ein hvítur kjóli ella ein hvít t-shirt og hvítar sokkabuksur/buksur/leggings. Vit hava reyð silkibond.
Vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu saman við tykkum.
Um tit ynskja at bíleggja mína jólabók, skulu tit fara inn á www.jolabokin.fo at keypa bókina.
Trýstið á leinkið fyri at síggja faldaran til skúlastýrisvalið, sum verður tann 12. november 2024
Foreldraráð
Á felags foreldrafundinum, sum var 9. sep., varð avgjørt, at eins og seinasta skúlaár eru seks næmingar umboðaðir í foreldraráðnum hetta skúlaárið. Tey eru: Ingerð, Lukas, Tóra, Vagnur, Aranja og Hans Liam.
Vanligt hevur verið, at foreldraráðið skipar tvey tiltøk, eitt fyri jól og eitt eftir jól. Tað er upp til hvørt ráð, hvat tey velja at gera, tað kann vera alt frá at gera jólapynt til at spæla úti í kavanum. Ætlanin er, at børn og vaksin hugna sær saman :)
Foreldraviðtalur
Mánadagin 7. okt. og hósdagin 10. okt fara vit at hava foreldraviðtalur. Um tað ikki liggur fyri at møta ásettu tíðina, eru tit vælkomin at býta um tykkara millum og geva flokslæraranum boð um hetta á telefon 223733. Við til viðtalurnar eru Guðrun, Hanna og Armgarð. Viðtalurnar eru í flokshølinum hjá 2. flokki. Síggjast :)
Mánadagin 7. okt.
kl 13.40 Hans
kl 14:00 Aranja
kl 14:20 Hans Liam
kl 14:40 Boas
kl 15:00 Edla
kl 15:20 Eyðun
kl 15:40 Fía
Hósdagin 10. okt.
kl 12:40 Aron
kl 13:00 Jákup
kl 13:20 Ingerð
kl 13:40 Lukas
kl 14:00 Tóra
kl 14:20 Ró
kl 14:40 Siv
kl 15:00 Octavia
kl 15:20 Vagnur
kl 15:40 Súsanna
kl 16:00 Jákup Martin
Støddfrøði
Innlating, mikudagin 2/10:
Rokna arkið við hagtølum og gev Hannu tað.
Heimaarbeiði í viku 40:
Pluss-heftið: til týsdag, hósdag og fríggjadag
Rokna í 10 min. í heftinum, sum tit fingu heim við fríggjadagin 26/9.
Tit velja sjálvi, hvørjar uppgávur tit loysa.
Foreldrafundur 9. sep.
- Foreldrafundinum 9. sep..pdf (102.95 KB)
Lesiløta 13. sep.
Hey tit!
Í støddfrøði hava vit arbeitt við 10'ara vinum og klokkuni, umframt at vit hava gjørt okkum ómak við at skriva vøkur og týðilig tøl. Vit hava spælt ymisk roknispøl fyri at læra okkum 10'ara vinirnar betri - vit hava spælt kort, vendispæl, og runnið stafett, umframt onnur terningaspøl.
Heimaarbeiði vika 36:
10'ara vinir (1+9, 2+8, 3+7, 4+6, 5+5)
Sig eitt tal millum 1 og 9 og hin svarar hvør 10’ara vinurin er til talið.
Dømi: barnið sigur 3 – tann vaksni svarar 7. Hvør er skjótari, tey vaksnu heima ella børnini?
Klokkan
Eiga tit eina analoga klokku ella ur heima? Venji klokkuna við at tosa um hvat klokkan er, t.d. tá tit eta døgverða, tá skúlin byrjar, tá venjing er osv. - hvar er lítli pinnur, hvar er stóri pinnur?
__________________________________________
19.08.2024 H&L
17. juni 2024 - útivika
14. juni 2024 - útivika
13. juni 2024 - útivika
12. juni 2024 - útivika
30. mai 2024 -OL
Okkara skúlabókasavn hevur hetta seinasta árið skipað nøkur sera góð lesiátøk. Í summarfrítíðini er aftur eitt á skránni, hesaferð er talan um lesibingo. Hetta er skipað soleiðis, at hvør næmingur fær eina plátu heim við. Á plátuni eru 15 stuttligar uppgávur, ið hava okkurt við lesing at gera. Fyri hvørja uppgávu skal ein mynd takast. Tá allar uppgávurnar eru loystar og myndir eru tiknar, skulu allar 15 myndirnar sendast í einum til gj0102v2@skulin.fo, soleiðis at tað verður ein teldupostur frá hvørjum næmingi, sum luttekur á summarbingo. Hetta er galdandi fyri næmingar í fyrsta flokki, lærararnir í hinum flokkunum avgera, hvar teirra myndir skulu sendast.
Tað verður stuttligt at síggja allar myndirnar, tá tit byrja aftur aftaná summarfrítíðina.
Góðan lesihug :)
Myndir frá okkara fernisering, sum var 17. mai 2024
https://www.svs.fo/news/649/fernisering-i-grunddeild
Á ársfundinum hjá skúlastýrinum, sum var 16. mai 2024, varð víst á týdningin av at lesa. Umboð fyri Føroyar Lesa høvdu ein fyrilestur um hetta evnið, og Okkara skúlabókasavn greiddu frá átøkum, sum tær hava skipað hetta skúlaárið, og hvørjar ætlanir eru framyvir.
Myndin vísir okkum, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit lesa :)
Vinarbólkar mai 2024. Tvey úr hvørjum bólki hava vinarbólk, áðrenn summarfrítíðina :)
Faldari og kunningarskriv, sum eru at finna á heimasíðuni hjá SSP, trýst á leinkjunar niðanfyri
https://ssp.fo/wp-content/uploads/2021/01/Fyrbyrgjandi-spaelibolkar.pdf
https://ssp.fo/wp-content/uploads/2023/11/Spaelibolkar_JavS_Tillagad_NOV2023.pdf
Í føroyskum lurta og syngja vit javnan hendan stavraðsangin, sí leinkjuna niðanfyri. Vit plaga fyrst at lurta og syngja eini 2 ferðir, og 3. ferð koyra vit ljóðið fyri og syngja sjálvi við at fylgja bókstavunum, so hvørt sum teir koma á skermin. Tað dáma teimum ordiliga væl :)
Hetta er góð venjing, bæði til at læra stavraðið og hvønn einkultan bókstav.
https://www.youtube.com/watch?v=jCzB1sHq_oo
Seinasti skúladagur hjá 10. flokki :)
Myndatøkur
Foreldraviðtalur
Mánadagin 23. apríl og týsdagin 24. apríl fara vit at hava foreldraviðtalur. Um tað ikki liggur fyri at møta ásettu tíðina, eru tit vælkomin at býta um tykkara millum og geva flokslæraranum boð um hetta á telefon 223733. Við til viðtalurnar eru Guðrun, Anetta og Armgarð. Viðtalurnar eru í flokshølinum hjá 1. flokki. Síggjast :)
Týsdagin 23. apríl
kl 13:00 Aranja
kl 13:20 Hans Liam
kl 13:40 Boas
kl 14:00 Edla
kl 14:20 Eyðun
kl 14:40 Fía
kl 15:00 Hans
kl 15:20 Aron
kl 15:40 Ingerð
Mikudagin 24. apríl
kl 13:00 Jákup
kl 13:20 Jákup Martin
kl 13:40 Lukas
kl 14:00 Olivia
kl 14:20 Ró
kl 14:40 Siv
kl 15:00 Súsanna
kl 15:20 Tóra
kl 15:40 Vagnur
kl 16:20 Octavia
Foreldraviðtalur
Hósdagin 2. nov. og hósdagin 9. nov. fara vit at hava foreldraviðtalur. Um tað ikki liggur fyri at møta ásettu tíðina, eru tit vælkomin at býta um tykkara millum og geva flokslæraranum boð um hetta á telefon 223733. Við til viðtalurnar eru Guðrun, Anetta og Armgarð. Viðtalurnar eru í flokshølinum hjá 1. flokki.
Hósdagin 2. nov.
kl 13:00 Aranja
kl 13:20 Hans Liam
Kl 13:40 Boas
Kl 14:00 Edla
Kl 14:20 Eyðun
Kl 14:40 Fía
Kl 15:00 Hans
Kl 15:20 Aron
Kl 15:40 Ingerð
Hósdagin 9. nov.
Kl 13:00 Jákup
Kl 13:20 Jákup Martin
Kl 13:40 Lukas
Kl 14:00 Olivia
Kl 14:20 Ró
Kl 14:40 Siv
Kl 15:00 Súsanna
Kl 15:20 Tóra
Kl 15:40 Vagnur
Venja bókstavir
Næmingarnir hava fingið 4 ørk við bókstavum heim við. Tit skulu saman við teimum klippa bókstavirnar út, sum tey hava lært og venja saman við teimum. Hvørja ferð tey læra ein nýggjan bókstav, so skulu tit klippa hann út. Bókstavirnir skulu liggja heima og ikki takast við í skúla.