Vikuætlan

Vikuætlan 2. flokkur

Vika 47 - 2026

Mánadagur
16. november
Heimstaðarlæra
Seinasta mánadag arbeiddu við við ættargransking.

Vit skrivaðu nøvnini á foreldrum, ommum og abbum o.s.fr.

Næmingarnir kendu ikki nøvnini á øllum - kunnu tit hjálpa teimum at skriva nøvnini, sum mangla á s 22 - 23 í arbeiðsbókini "Høgguslokkur".

Arbeiðsbókin liggur í skúlataskuni.
Føroyskt - til vikarin
Lesiløtu í 15min
Finka ljóð og mállæra 1-2 síður (liggja við talvuna)
Betri handskrift 1-2 síður (liggja við talvuna)
Skriva søgur (heftini liggja afturi á reolini)
Týsdagur
17. november
Føroyskt
Heima: Lesið í 10min. lesilummanum. 
Støddfrøði
Rokning 2a: Vit arbeiða við at tekna botnflatur, sum vit fyrst fara at byggja við sentikubbum og síðan tekna og til seinast arbeiða vit saman á s.91
Mikudagur
18. november
Støddfrøði
Rokning 2a: Nú fara vit í part 6 sum er "Falding" Vit fara at práta um myndina á s.92 og rokna s.93
Føroyskt
Heima: Lesið í lesilummanum, takið tíð og vita hvussu leingi til klára at lesa(tit kunnu notera tíðina í hefti).  Greiði síðani onkrum frá hvat tit hava lisið um

Í skúlanum: Vit arbeiða á s.34-35 í lesibókini og á s.22-24 í arbeiðsbók1
Hósdagur
19. november
Støddfrøði
Rokning 2a: Vit arbeiða á s.94 Har vit brúka terning at finna fram til faldi roknistykkið. Vit kasta terningin tvær ferðir, har fyrsta kastið sigur, hvussu nógvar posar vit skulu tekna og næsta kastið sigur, hvussu nógv súrepli skulu í hvønn posa :)
Matarsøla
Í dag selur 10. flokkur lasagnu á Torginum kl. 11:20. Tit verða biðin um at taka pening við til hetta. Lasagna kostar 25 kr. og saft kostar 5 kr.
Føroyskt
Heima: Lesið í lesilummanum, takið tíð og vita hvussu leingi til klára at lesa(tit kunnu notera tíðina í hefti).  Greiði síðani onkrum frá hvat tit hava lisið um

Í skúlanum: Vit hava lesiløtu og arbeiða í "lær teg at stava"
Fríggjadagur
20. november
Støddfrøði
Rokning 2a: Vit halda fram við at falda á s.95
Føroyskt
Heima: Lesið í lesilummanum, takið tíð og vita hvussu leingi til klára at lesa(tit kunnu notera tíðina í hefti).  Greiði síðani onkrum frá hvat tit hava lisið um.

"Lær teg at stava": s.38-39 skulu gerast lidnar og venjið staviorðini (vóru, úti, eitt, æl, fóru, oman)

Í skúlanum: Vit syngja og skriva fyrisøgn
Sitrusfruktir
Mint verður á, at sitrusfruktir eru flustar, tá næmingarnir hava tær við í skúla. Hetta orsakað av ovurviðkvæmi.