Svik

Vegleiðing og mannagongd, tá illgruni er um, at næmingur hevur svikað til próvtøku:

 Sambært § 19 í Próvtøkukunngerðini 

skal próvtøkusvar vera próvtakarans egna sjálvstøðuga svar. Um próvdómari/lærari fær illgruna um, at næmingur hevur útvegað sær hjálp, hjálpt øðrum, latið avrik hjá øðrum inn sum sítt egna ella hevur latið avrik inn, sum ikki er framleitt undir próvtøkuni, skulu teir boða skúlastjóranum frá hesum. Umráðandi er, at próvdómarin/lærarin í síni fráboðan vísir nágreiniliga á, hvat og hvar illgruni er um snýt. Próvdómarin/lærarin skal tó kortini próvdøma uppgávuna og geva próvtal. Skúlastjórin skal síðani kanna málið. Um staðfest verður, at viðkomandi próvtakari hevur svikað, skal hann vísast burtur frá próvtøkuni. Er avgerð skúlastjórans hinvegin, at alt er farið rætt fram, verður givna próvtalið standandi.

Hetta merkir, at tað er uppgávan hjá próvdómaranum/læraranum at vísa á illgruna og boða skúlastjóranum í viðkomandi skúla, har próvtakarin hoyrir til, frá hesum, og uppgávan hjá skúlastjóranum er at kanna, um næmingurin veruliga hevur svikað. Hetta kann t.d. gerast við at kanna málið og tosa við næmingin. Verður illgrunin staðfestur, skal próvtakarin sum nevnt burturvísast frá próvtøkuni.

Viðmerkjast skal, at um skúlastjórin tekur avgerð um burturvísing,  er talan um avgerð sbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, og tískil skal próvtakarin/avvarðandi partshoyrast, áðrenn avgerðin verður tikin.  Harumframt skal avgerðin vera grundgivin, og próvtakarin/avvarðandi skal vegleiðast um møguleikan at kæra avgerð skúlastjórans til Mentamálaráðið.

Viðfest er oyðublað - wordskjal, ið kann nýtast, um illgruni er um snýt.

Viðmerkjast skal, at um skúlastjórin tekur avgerð um burturvísing,  er talan um avgerð sbrt. § 2 í fyrisitingarlógini, og tískil skal próvtakarin/avvarðandi partshoyrast, áðrenn avgerðin verður tikin.  Harumframt skal avgerðin vera grundgivin, og próvtakarin/avvarðandi skal vegleiðast um møguleikan at kæra avgerð skúlastjórans til Mentamálaráðið.

 

Mannagongdin í stuttum:

1.      Próvdómari/lærari fær illgruna um snýt.

2.      Próvdómari/lærari skrivar frágreiðing og gevur próvtal.

3.      Próvdómarin/lærarin sendur skúlastjóranum próvtalið saman við frágreiðingini.

4.      Skúlastjórin kannar málið og tekur avgerð.

5.      Próvtalið fellur burtur ella verður staðfest, alt eftir avgerð skúlastjórans.

6.      Um avgerð skúlastjórans er burturvísing, skulu fyrisitingarligar mannagongdir fylgjast. Tað vil siga, at næmingurin/avvarðandi skal partshoyrast, fáa grundgeving fyri avgerðini og fáa kæruvegleiðing.