Próvtøka/roynd

Royndir fyri skúlaárið

 

> Innritan til talgildu royndirnar

Framseting (stílar)

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, eisini teldutøkar orðabøkur og rættstavara.
Gevið tykkum tíð at lesa stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt. 

Uppseting av framseting (stíli) í føroyskum, donskum og enskum

  • Skrift: Times New Roman ella calibri
  • Stødd:
    • Yvirskrift, stødd 16
    • Tekstur, stødd 12
  • Reglu millumrúm: 1,5
  • Breddin: líka í báðum síðum
  • Reglubrot: skulu vísast við dupultum regluskifti

Vegleiðandi stílalongd

Tekn við millumrúmi (+/- 10%)

  Føroyskt Danskt Enskt
7. fl 1700 – 2600 1700 – 2600 1600 – 2100
8. fl 2600 – 3700 2600 – 3700 2100 – 2500
9. fl 3700 – 4900 3700 – 4900 2500 – 3700
10. fl 4900 – 6100 4900 – 6100 3700 – 6100

*Gevið tykkum tíð at rættlesa stílin, so úrslitið gerst best møguligt.

Greiðslurokning:

Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Forvavn, eftirnavn, flokkur og lærugrein skal tilskilast á øllum ørkunum + øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Tó er als ikki loyvt at nýta talgild avritingarforrit t.d. Photomath

Fimisrokning:

Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara (heldur ikki roknara á teldu) ella talgild avritingarforrit í fimisrokning.

Greiningarfrymlar

Einki netsamband - mist netsamband til Wiseflow

innlesa eina wf-fílu, um næmingurin hevur mist samband  GG! Ikki dagføra (refresha) kagan (t.d. Chrome) sum tú brúkar 

søga 16112023