Boðklivin_ol

Ovara LON 2- Boðklivin

 

3. flokkur fer til Leirvíkar á seturskúla:

Mikudagin 27. mai fara vit á seturskúla í Leirvík og koma aftur mikudagin. Vit fara at yvirnátta og halda til í gamla LÍF húsinum, sum er uppi við fótbóltsvøllin, annars fara vit at hugna okkum har í nærumhvørvinum, har er m.a. ein fótbóltsvøllur og ein á beint við, so tit eru vælkomin at hava ein bólt við. Eisini fara vit at vitja IRF og í bovlinghøllina at bovla og eta :)

 

Vit fara við bussi av skúlanum týsdagin kl 8.30 og verða aftur uml kl 12.15 mikudagin.

At hava við:

Soviposa
Undirlag (har eru ongar madrassur)
Nokk av skiftiklæðum (ein á er nær við :))
Tveir matpakkar, ein lítlan til uml. kl 10.00 og ein størri matpakka til á middegi mikudagin.


Um tað er nakað serligt, vit skulu taka hædd fyri, mugu tit endiliga siga frá. Vit hava allar telefon við, so tit fáa fatur á okkum og børnunum, um tað skuldi verið nakað.

Børnini hava ikki telefon við sjálvi.

Børnini skulu heldur ikki hava pengar ella góðgæti við. Tað er sera umráðandi, at hetta verður yvirhildið av øllum.

Vit gleða okkum at fara hendan túrin saman við næmingunum í 3. flokki :) 

 

Niðanfyri er ein listi yvir, hvat hvør skal hava við av mati:

Hans Liam: bollar (uml 20)

Jákup: eina stóra skuffukaku

Edla: eina stóra skuffukaku

Lukas: súltutoy (1 spann)

Jákup Martin: saft (2 fløskur sukurfrítt)

Ingerð: spegepylsu (2 pakkar)

Siv: bollar (uml 20)

Octavia: páleggsjokulátu (dupultan pakka)

Aranja: páleggsjokulátu (dupultan pakka)

Vagnur: páleggsjokulátu (dupultan pakka)

Liam Baldur: smør

Nóa: bollar (uml 20)

Tóra: eina stóra skuffukaku

Boas: bollar (uml 20)

Aron: bollar (uml 20)

Fía: bollar (uml 20)

Hans: 1 rugbreyð (skorið)

Eyðun: smør

Ró: bollar (uml 20)

Súsanna: páleggsjokulátu (dupultan pakka)

 

Guðrun tel 223733, Anetta tel 269286 og Hervør tel 580214

16. mart 2026

Føroyskt:

Les s. 23 og 24 í Sørin & Metta.

 

Grunddeild - Bólkabýtið til jólaverkstøð 2025:

Miðdeild - Yvirlit yvir jóladagarnar 2025

Heimaarbeiðið til 09. dec. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 21 & 22.

Heimaarbeiðið til 9 & 10 . dec. 2025 - Myrkagrønir lepar nr. 1, 2, 3 & 4.

Heimaarbeiðið til 12. dec. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 23 & 24.

Heimaarbeiðið til 5. dec. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 19 & 20.

Heimaarbeiðið til 2 & 3. dec. 2025 - Gráir lepar nr. 1, 2, 3 & 4.

Heimaarbeiðið til 28. nov. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 17 & 18.

Heimaarbeiðið til 25 og 26. nov. 2025 - Reyðir lepar nr. 1. 2. 3 & 4.

Heimaarbeiðið til 21. nov. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 15 & 16.

Heimaarbeiðið til 14. nov. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 13 & 14.

Heimaarbeiðið til 7. nov. 2025. - "Hervør & Høgni" síða 11 & 12.

Gulir lepar nr. 1 & 2.

Hervør og Høgni síða 9 og 10.

Tryggari Internet Dagur 8/10-25

Skrivlig várroynd

Tit vera deild í bólkar mánamorgun.

Trýstið á leinkið fyri at síggja faldaran til skúlastýrisvalið, sum verður tann 12. november 2024

Faldari skúlastýrisval 2024.pdf

Tekstirnir til munnligu próvtøkurnar í føroyskum

Heimaarbeiði í støddfrøði.

Ven støddfrøðiheitini ið hoyra til brot.

Brot = Teljari, brotstrika, nevnari, felagsnevnari, ektað brot, óektað brot og blandað tal.

Nevnarin: sigur okkum, hvussu nógvar partar eitt heilt er býtt sundur í.

Teljarin: sigur okkum, hvussu nógvar partar vit hava fingið ella latið burtur av tí heila sum er býtt sundur.

Brotstrikan: sigur okkum, at vit skula býta/deila/dividera teljara við nevnara. Tá fáa vit eitt desimaltal/kommatal sum vit eisini kunna rokna um til prosent, við at falda desimaltalið/kommatalið við 100. Vit kunna eisini flyta kommaið tvey til høgru.

Dømi:  1/2  (1 : 2)  =  0,50                 0,25 · 100  =  25     =  25%

Felagsnevnari: Fyri at plussa ella minusa tvey brot, muga brotini hava sama felagsnevnara. Tí mást tú fyrst finna felagsnevnaran hjá brotunum, áðrenn tú kanst plussa ella minusa.

Ektað brot: Teljarin er minni enn nevnarin.

Óektað brot: Teljarin er størri enn nevnarin.

Blandað tal: Tá teljarin er størri enn nevnarin, kann brotið gerast um til eitt blandað tal, við at býta/deila/dividera nevnara við teljara, tað sum so loypir av, verður skrivað sum brot við sama nevnara ið óektaða brotið hevði frammanundan.

Sý myndirnar - óektað brot og blandað tal: 3 gongut 2 ferð upp í 7 tí tvær (2) ferðir trý (3) er seks (6), og so minusa vit 6 frá 7 sum so gevur 1 í rest.