2016/2017

Atlantbib á vitjan í Skúlanum við Streymin

Atlantbib.org ein nordpluss verkætlan Í tríggjar dagar hevur Skúlin við Streymin havt vitjan av 13 lærararum úr Kolding DK, Halmstad SE og Klæbu NO. Atlantbib.org er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at skriva talgildar yrkisbøkur til teir ynsktu árgangirnar í skúlanum. Tað eru lærarar og næmingar, sum skriva, umseta og lesa bøkurnar inn. Allar bøkurnar verða umsettar til danskt, norskt, svenskt og føroyskt. Fyri kortum vóru eisini nakrar bøkur umsettar til íslenskt og grønlenskt. Sjálvt um bøkurnar eru til teir ynsktu flokkarnar í skúlanum, so er sjálvt arbeiðið við at skriva bøkurnar, umseta og lesa bøkurnar inn, sera væl egnað til miðdeildina og eisini til hádeildina. Tað er norðurlandaráðið, sum ígjøgnum Nordpluss sprog stuðlar verkætlanini. Ímeðan lærararnir hava vitjað her, hava teir búð á Gjárgarði. Ein partur av tíðini hevur verið brúktur til at eftirmeta og at leggja framtíðar ætlanir fyri verkætlanina. Ein annar partur av tíðini var brúktur til skúlavitjan, mentunarupplivingar, náttúruupplivingar og matupplivingar.