Boðklivin
Barnaverndartænastan - Sára og Aleks
- Kunningarbræv um Sáru og Aleks - BVT.pdf (137.92 KB)
Ítrótt - kropsbasis
24. Okt 2024
Trýstið á leinkið fyri at síggja faldaran til skúlastýrisvalið, sum verður tann 12. november 2024
Bollar og tea
Eins og undanfarin ár - fara vit aftur í ár, at fáa okkum ein drekkamunn áðrenn vit fara heim í feriur. Tí hava vit tørv á bollum, smør og sjokolatapálegg. Hetta fara vit at spyrja tykkum, foreldur um at gera.
Uml 40 bollar, tveir smør og tríggjar dupultar G&J sjokolatapálegg. - Tit minnast hvat tit høvdu við síðst. Eg seti tað so í vikuætlaninan til fríggjadagin.
Bílegging av persónligum frymlasavn skal avleverast til Jan, Heidi ella Andreas áðrenn 12. sep.
Prísur 150 kr.
Danskt
- Klub Solskov, kap 1 og 2.docx (12.63 KB)
- Klub Solskov kap 3.docx (14.14 KB)
Hvørja bók fert tú at lesa í summar?
2.mai 2024
Pakkilistin
Pakkilisti:
- Soviposi, undirlag og kodda
- Svimjiklæðir (sjampoo,handklæði, svimjidrakt/buksur, svimjibrillur (um tit vilja tað))
- Toiletttaska (tannbust, tannkrem, deodorant)
- Regnklæðir (jakka og buksur) og stilvar
- Eina bók til kvøldarlesnað
- Safari ryggsekkin (ella ein annan lítlan ryggsekk) – til matpakkan og vatndunkin
- Okkurt at stytta sær um stundir við (t.d. kort, borðspøl, stokkar, hekligreiðir)
- Náttklæðir (shorts og t-shirt)
- Klæðir (undirklæðir, buksur, troyggja/blusur, t-shirt, sokkar) – minst til at hava nokk við av øllum og navn á øllum.
Tá vit fara mánadagin eru tit í jakka, góðum skóm og húgvu J
2. mai 2024
Skráin er hendan:
Mánadagin 6. mai.
Kl. 8.55: Av Oyrabakka
Kl. 10.00: Við Sam til Kallsoynna
Kl. 15.50: Av Syrðadali
Kl.16.30: Koma til skótahúsið í Klaksvík, og hugna okkum við borðspølum, eta døgurða og spæla úti inntil
vit fara í song.
Týsdagin 7. mai.
Kl. 9.00: Eta morgunmat, gera okkum klár til dagin.
Kl. 10.30: Vitja Christianskirkjuna
Kl. 12.00: Ì skótahúsið at eta frokost
Kl. 14.00: Vitja Føroya Bjór
Kl. 16.00: Svimja
Kl. 18.00: Angus
Kl. 18.30: Túr í býnum – njóta løtuna.
Mikudagur 8. mai.
Kl. 7.45: Eta morgunmat, pakka og rudda.
Kl. 8.50: Ùr Klaksvík
Kl. 9.40: Koma á Oyrabakka – tit hava frí restina av degnum og frí hósdagin ;
2. mai 2024
Mannagongd og reglur í samband við setursskúla
Góðu tit í 6. flokki
Mánadagin 6. mai fara vit til Klaksvíkar á setursskúla. Vit ynskja, at vit øll fáa tað allarbesta burturúr og hugna okkum allan túrin. Tískil er umráðandi at vit øll lesa kunningina væl og fylgja tí, ið verður sagt J
· Ùtferð til Kallsoynna:
Tit skulu hava Safari taskuna (navn á), við á útferð. Ì taskuni skal vera ein STÒRUR matpakki og ein vatndunkur.
· Telefon:
Tað er lov at taka telefon við, og verða tað tíðspunkt á degnum har tit sleppa at brúka telefon.
Tit geva Erikku telefonina áðrenn vit fara í bussinin mánamorgunin.
Tit kunnu brúka telefon hesi tíðspunkt:
- Mánadagin kl. 16.30 – 18.00
- Týsdagin kl. 12.30 – 13.30 og kl. 20.00 – 21.00
Erikka hevur telefoninar restina av tíðini.
· Lummapengar, 200 kr:
Tit hava øll hvør sín brævbjálva við tykkara navni á, og við 2 stk. 100 kr seðlum í. Tit geva Miriam brævbjálvan áðrenn tit fara í bussinum mánamorgunin. Tit fáa 100 kr um dagin J
Tað er ikki lov at hava gjaldskort við.
Tað er SERA umráðandi, at tit fylgja hesum boðum, so øll hava líka nógvar lummapengar.
Við á túrinum vera Erikka, Miriam, Tom og Fróði.
Tit eru vælkomin at taka gaggur og innanduraskógvar við J
Ein fyribilsskrá í samband við setursskúlan
6. mai
8.55 av Oyrabakka
10:00 við Sam til Kallsoynna
15:50 av Syðradali
Eru í Klaksvík restina av degnum og fáa døgurða/náttura og sova í skótahúsinum hjá SNP.
Tað er sera neyðugt at hava ein góðan og stóran matpakka við sum er til allan dagin, tí í Kallsoynni ber ikki til at keypa nakað.
7. mai
Fyrrapartin fara vit í Christiankirkjuna at hyggja eftir træskurðunum hjá Edvard Fuglø
14:00 Vitja Føroya Bjór
16:00 Svimja
18:00 Angus
Um kvøldið fara vit at hugna okkum.
Vit hava endaliga ikki tíma fyri tíma ásett hvat vit gera, men vita vit seidni í vikum
8. mai
8:50 úr Klaksvík
9:40 á Oyrabakka
Næmingarnir hava frí restina av degnum
Hetta er sum sagt fyribils og broyting kann koma í. Viðv tí fríggjarliga, so gita vit at tað má eitt egingjald við - hetta vita vit hósdagin.
Um so er at næmingarnir eiga fløskur heima, so kunnu teir gott taka tað við í skúla og so avreiða vit tær í skúlatíð.
Vh Erikka
Miriam av Reyni
1577 Adrian
1850 Sesilia
1859 Yana
1849 Eyðbjørg
1714 Joan
1895 Elias
1893 Rói
1878 John
1715 Hans Karl
1716 Jónas
1860 Erikka
1586 Oddvør Alberta
1594 Rókur
1576 Henry
1848 Sigfríður
1894 Niclas
1855 Oddvør
1575 Bodil
1713 Ejnar
1889 Gudmar
1885 Gilli
1897 Samson
1584 Guðrun T. J.
1884 Sára
1888 Olivia
Næmingarnir hava fingi bókina og hetta er tað nummarið sum stendur í teirra bók. Næmingarnir hava ábyrgdina av bókina.
Info: Marjun Purkhús fer at vera í starvslæru á SVS næstu 5 vikurnar, hon fylgir Heidi St. og er við í undirvísingini í ítrótt og svimjing.
Barnatenninar hvørva
Barnatenninar hvørva nú so við og við, hetta merkir at vaksnamannatenninar koma undan. Hjá summum peika tenninar henda og hinveg, og tí mugu tey hava boyla.
Lærara og námsfrøðingur í 6. flokki taka hvørki ábyrgdina av at minna á ella senda børn til tannlæknarn, hetta er uppgávan hjá foreldrunum, og eru tit tí vælkomin inn í skúlan eftir tykkara barni. Hetta er samstundis galdandi fyri øll ørindi, sum næmingar mugu gera í skúlatíð.
Góðu foreldur og onnur avvarandi.
Um næmingurin ikki ger tað í skúlanum, sum er planlagt, vænta vit at hetta verður gjørt heima. So góðu tit, hyggð á vikuseðilin og fylg væl við - øll kunningin liggur har.
Eitt rómverskt L, er tað sama sum eitt 50.
Hjartaliga tillukku Brúgvin um Streymin.
Góðu foreldur og onnur avvarandi.
6. flokkur fer at skriva ein lítla bók til https://atlantbib.org Bókin hjá okkum er um "Brúgvin um Streymin 50 ár". Í hesum sambandi hava vit brúk fyri bíløtum. Tað finnast nógv bíløt av brúnni, men tað er stórt arbeiði at fáa upphavrættin til bíløtini til vega, tí hevði tað lætt um, um tit eiga bíløtini.
Tað er gott við bæði nýggjari og gomlum bíløtum - eisini tá brúgvin var í gerð.
Vh
Erikka
Foreldur at næmingum sum ganga til tónleik.
Frá í dag av, ganga næmingar til samanspæl týsmorgun kl 09:50, Hetta er: Ejnar, Eyðbjørg, Henry, Oddvør, Oddvør Alberta, Sára, Sesilia og Yana.
Annars er at siga um ljóðførini, at tey eiga ikki at verða sett eftir í skúlanum aftaná venjing, men skulu heim við. Skúlin við Streymin tekur og hevur ikki ábyrgdina av ljóðførunum
Uppskot til meginreglur í 5. a
Ein meginregla merkir: støði undir hugsan ella gerð, aðalregla, grundregla, høvuðsregla, grundsetningur, reglulag
Umsorgan:
Tað at røkta og vera um tey (ið ein hevur uttan um seg), hava umsorgan fyri, røkja, ansa eftir, síggja til; stóra umsorgan hevur hon havt fyri okkum og børnum okkara; stóra umsorgan vístu tey honum.
Virðing:
Tað at virða el. meta høgt, tað at verða virdur.
Hjálpsemi
Tað at vera hjálpsamur, at vísa beinasemi.
Arbeiðslag
Handalag og atburður í arbeiði (serl. hjá hinum einstaka), gott (ringt) arbeiðslag
Ein viðgerð er eftir, tað er triðja viðgerð, og hon verður væntandi um eina ella tvær vikur.
Foreldrabólkar
- Foreldrabólkar.pdf (422.85 KB)
Setursskúli
Nú eru myndir lagdar inn frá setursskúlanum,trýst Her.
Setursskúli
Vit hava havt ein sera góðan túr í Vík. Børnini hugnaðu sær, vit vitjaðu kirkjuna, gingu niðan til minnisvarðan og gingu ein túr niðan í Kluftá. Stuttligt og gott :)
Grækarismessa
Grækarismessa Á Grækarismessu í regninum fóru 2. og 3. flokkur ein túr yvir í Náttúrulundina at vita, um vit sóu nøkur tjøldur. Nøkur vóru heppin at síggja nøkur fáa, men annars var ikki nógv at síggja. Tó høvdu vit ein góðan, vátan og kaldan túr. Heimkomin í skúlan kliptu vit nøkur fitt tjøldur at heingja upp í stóru vindeyguni í klædnarúminum.
Góða grækarismessu!
Vinarliga Mirjam og June-Eyð