24.05.24

Starvsfólk og næmingar dystast

Seinasta skúladag varð skipað fyri hondbóltsdysti millum næmingar og starvsfólk

Fríggjadagin 17. mai 2024 skipaði 10. flokkur fyri seinasta skúladegi. Tey fingu hjálp frá næmingum úr 9. flokki. Seinast á skránni fyri hendan stuttliga dag, var hondbóltsdystur har næmingarnir bjóðaðu starvsfólkunum av í hondbóltsdysti. Úrslitið kennir eingin. Starvsfólkini hildu seg vinna, men tað hildu næmingarnir eisini. Reglarnar vóru eitt sindur so sum so, tí dómarin skeyt 2 mál. Hinir næmingarnir í skúlanum vóru áskaðarar, og tey vóru sera góðir áskoðarar sum hoyrdust væl í hølllini. Gangist tykkum væl í framtíðini og takk fyri tíðina her í skúlanum.