13.06.24

Nýggj bók frá næmingunum í 5. flokki til okkum øll

Næmingar í Skúlanum við Streymin hava gjørt nýggja bók

Skúlin við Streymin hevur í nøkur ár havt eitt norðurlendskt samstarv, har næmingar saman við starvsfólki kunnu gera bøkur ella týða tær úr øðrum máli. Næmingarnir lesa bókina inn á egnum máli, og síðan kunnu tey lesa bøkur hjá hvørjum øðrum, tí at tær verða eisini týddar. Næmingarnir sjálvir lesa bókina inn og kunnu bæði lurta og lesa bókina. Nógv verður eisini gjørt burtur úr at myndprýða bøkurnar. 

Farið inn á atlantbib.org og hyggið saman við børnum tykkara.