10.07.24

Prógvhandanin 17.juni

Vit høvdu eina góða og hugnaliga løtu til prógvhandanina 17.juni 2024 fyri 9. og 10.flokki. Vit eru fegin um at kunna senda hesi ungu fólkini út í lívið. Onkur kemur í 10.flokk og fleiri fara víðari aðrar leiðir. Vit vilja takka tykkum og tykkar foreldrum/avarandi fyri tíðina í Skúlanum við Streymin og vóna at tit fara at minnast gott aftur á tíðina í skúlanum :)