Nord-plus í Bergen
Hesa vikuna eru Birita, Sara og Kristianna á ferð við 6 av okkara fittu og deiligu næmingum við Streymin.
Fyri summarferiuna kundu allir næmingar í hádeildini søkja um pláss. Túrurin er stuðlaður úr einum grunni til frama fyri norðurlendsk skúlasamstørv.
Við í hesi verkætlanini eru lærarar og næmingar úr Danmark, Noregi, Svørríki, Finnlandi og Føroyum.
Verkætlanin verður kallað Unge sprogpiloter i Norden. Á ferðini arbeiða tey við einum evni og hava framløgur, sum taka støði í egnum landi.
Høvuðsevnið er burðardygd og í Noregi verður arbeitt við undirevninum Sálarheilsa.
Eisini hevur verið arbeitt við Grønari orku og javnrættindum.
Síðsta heyst vóru øll í Føroyum; í vár lá leiðin til Finnlands og nú liggur so leiðin til Bergen í Noregi.
Næmingarnir, sum eru við, eru f.v.:
- Marius Danielsen, Streymnes, 8.fl
- Brandur Eldevig, Streymnes, 8. fl
- Maria J. Samuelsen, Norðskáli, 8. fl
- Súsanna Ejdesgaard, Eiði, 9. fl
- Anja Thomassen, Streymnes, 9. fl
- Sára Mørkøre, Eiði, 9. fl
Á túrinum búgva næmingarnir hjá vertfamiljum og lærararnir húsast í norskum fjallasmáttum.