Skúlastýrið

mik. 23. okt.

Uppstillingarfundur (sí her)

Kl. 19.00

Tín møguleiki at hava ávirkan innan skúlagátt.

Eitt gott samstarv ímillum heim og skúla borgar fyri betri skúlagongd og skúlatíð hjá næmingunum.

Tað er gleðiligt, um nógv sýna hesum arbeiðinum áhuga og vilja stilla upp.

 

Skúlastýrið hevur ábyrgdina av og ein aktivan leiklut í samband við at tryggja karmarnar í dagliga virkseminum á skúlanum.

Skúlin við Streymin var ein av fyrstu skúlunum í landinum, sum fingu telefonpolitikk og var hesin gjørdur í samstarvið ímillum starvsfólk skúlans og skúlastýrið.

Farnu árini hevur skúlastýrið eisini havt eina rødd í samband við samanleggingina, skúlabyggingina og setan av starvsfólkum í fast størv. Eisini hevur skúlastýrið havt ein aktivan leiklut í fyrireikingini av jólahaldunum o.ø. siðvenjum skúlans.

Við vón um góða luttøku! :)

Marjun I. Stauss, skúlastjóri


Komandi tiltøk

ley. 12. okt. - sun. 20. okt.
Heystfrítíð
mik. 23. okt.
Skúlastýrið
týs. 29. okt.
Uppstillingarlistin klárur
týs. 12. nov.
Skúlastýrisval
týs. 26. nov. - frí. 29. nov. kl. 23.00
Skrivlig jólaroynd í hádeild